Fyndin er føroyskt blað, ið hevur sett sær fyri at lýsa aldurdómin so víðfevnt sum gjørligt. Vit eru tilvitað um at lagnurnar kunnu vera sera ymiskar, og ynskja vit tískil bæði at lýsa tær góðu og lívgandi søgurnar, umframt tær sum minna okkum á lívsins skuggasíður.
Við hesum blaði vóna vit at geva íblástur til tykkum sum lesa.
Íblástur til at liva lívið til fullnar, íblástur til hvussu vit sum samfelag kunnu gerast betri til at taka okkum av teimum, sum aftaná eitt langt lív ikki eru sjálvbjargin longur og íblástur til at fyrireika pensiónstilveruna væl so vit ikki enda í teirri støðu sum ein av kveikjandi pensionistunum vit hava tosa við sigur: at tímarnir gerast drúgvir, meðan tíðin sjálv bara styttist.
Hansa Hansen Samskipari av Fyndini
Parlagið má røktast
Fríggjakvøld er nakað serligt, tí tá er vikan liðug og Diana og Kristian brúka kvøldið upp á at hugnasær. Tey eta eina góða máltíð við einum glasi av víni afturvið, og so seta teyseg at lurta eftir tónleiki og tosa um vikuna, sum fór.