Tekna árshald
Tekna árshald

Tekna árshald

Keyp 256,00 kr
Pris pr. stk.  pr. 
Íroknað MVG

Fyndin er blað, ið fagnar aldurdóminum. 

Í hesum blaðnum ynskja vit at lýsa aldurdómin so víðfevnt sum gjørligt. Vit eru tilvitað um at lagnurnar kunnu vera sera ymiskar og hetta kemur helst serliga til sjóndar hjá teimum, sum eru komin upp í aldurin. Tað eru tey sum fáa sjúku at dragast við og onnur, sum ikki kunnu búgva heima longur og tí búgva á eldraheimi. Onnur eru, við aldrinum, blivin aktivari enn tey áður hava verið. Tey ferðast til fjarskotin lond, tey útbúgva seg, tey arbeiða hóast høgan aldur, tey renna maraton og fáast við allskyns frítíðarítriv.

Tað eru hesar søgurnar vit fara at samla í hesum eldrablaðnum, bæði tær góðu og lívgandi søgurnar og tær sum minna okkum á lívsins skuggasíður. Tí allar hesar eru tær, ið tilsamans vísa okkum hvat tað vil siga at gerast eldri í Føroyum.

Tekna tær eitt hald her, og vit bera tær júst útkomna blaðið, og annars kanst tú gleða teg til í framtíðini at fáa bløðini til dyrnar 4 ferðir um árið! :-))

Kostnaðurin er 256 kr. um árið.