Fyndin #9 - Jólaútgáva

Fyndin #9 - Jólaútgáva

Keyp 64,00 kr
Pris pr. stk.  pr. 
Íroknað MVG

Kundi tú hugsað tær at lisið um fyrsta jólaminni hjá Bjarna, hansara yndis jólasiðvenjur og um hansara tankar, tá korona kom til Føroya? So er at ogna tær nýggjastu útgávuna av Fyndini, sum sjálvandi er á tremur við jólaligum tilfari.
Til dømis kanst tú lesa søguna um eitt av jólaligastu húsunum í landinum og um parið, sum har býr. Parið, ið eigur og rekur Víngarðin í Havn, letur dyrnar upp og fortelur um teirra jól og gerandisdag.
Umframt hetta hevur Elsa í Skorini orðið, borgarstjórin Jóhannus Danielsen hugleiðir um eldraøkið, og so eru leskiligar og jólaligar uppskriftir eisini í blaðnum.
Hetta og mangt annað kanst tú lesa um í nýggjastu útgávuni av Fyndini sum er at fáa í sølubúðunum kring landið.