
Í blaðnum er longri grein um lívið hjá Súsonnu Tórgarð sum leiklistakvinna í Føroyum.
Umframt hetta minnist Birgir Waag Høgnesen aftur á tíðina, tá mamma hansara, Lina Høgnesen, skuldi av arbeiðsmarknaðinum.
Eisini eru leskiligar uppskriftir frá Gómagóðum, Oddvør Skarðhamar og Ranvá Knudsen og mangt annað at finna í nýggjastu Fyndini.
Blaðið fæst í sølubúðunum kring landið og við at keypa her á heimasíðuni.
Havið eitt deiligt summar.