
Útgávan hesa ferð:
Hesa ferð kunnu vit lesa um Janu Ejdesgaard Thomsen, ið mundi doyð av etingarólagi, tá hon var ung. Í dag er lívsstílur hennara harafturímóti serstakliga heilsugóður og virkin.
Vit hoyra um Asfinn og Jens, sum halda likam og vinalag við líka, nú teir eru farnir av arbeiðsmarknaðinum.
Hittinorðaði listamaðurin, Frits Johannnesen, hevur fingið orðið hesa ferð, og hann hugleiðir vakurt og skemtiliga um tað, at gerast eldri.
Vit hava vitjað eldraheimið, Korndalsbýlið, á Eiði, og ungi borgarstjórin, Rógvi Egilstoft, sigur frá sínum tonkum um eldraøkið.
Umframt hetta eru leskiligar uppskriftir, skemtilig og lívsjáttandi klumma, áhugavert bókaummæli, góð ráð frá serfrøðingum og annað gott við í blaðnum.