Kristian mussar Dianu hvønn morgun

Eitt vakurt kvøld í juni settu vit einum forelskaðum pari í Streymnesi stevnu. Tey hittust í búnum aldri og hava verið saman í 15 ár og enn glógvar kærleikin til hvørt annað í eygunum á teimum báðum.

Eftir Rúnu Sivertsen

 

 

Í einum hugnaligum, gomlum húsum í Streymnesi búgva Diana á Horn og Kristian Olsen. Húsini, sum omma og abbi Dianu lótu byggja fyrst í 1900, keyptu tey bæði í 2008. Bæði tvey eru kreativ og fitt í hondunum og tey hava vælt um og bygt út, so í dag eru húsini eini romantisk dreymahús við terassu, vøkrum hava og steinlaðaðum garði. Oman fyri húsini hava tey gjørt eina høga gyrðing og inni har stendur hitapotturin. 

Við stovuborðið við einum góðum drekkamunni og nýbakaðum vaflum, njóta vit einastandandi vakra útsýnið úr stovuvindeyganum, sum er eitt av tí vakrasta í landinum. Har sæst grøni bøurin við sóljum í hópatali og áin, sum spegilsblonk smýgur sær oman gjøgnum dalin.  Líka mikið, hvussu veðrið er, er tað balsam fyri sálina at hyggja út. Friðurin og kvirran í bygdini skapar eina ró, sum er avslappandi og av sær sjálvum fær teg at seta ferðina niður.

Diana er úr Streymnesi og Kristian er úr Sørvági. Tey komu at kennast í búnum aldri og hittust fyrstu ferð í dansi á Giljanesi. Tað blivu ikki tey beinanvegin, men tað gekk ikki long tíð, til tey blivu góð.

 

Samskiftið tað allar týdningarmesta
Diana eigur tríggjar synir og Kristian eigur tveir. Tá tey komu saman, var tann yngsti seks ár og tann

elsti 16. At ganga í parlag saman, tá bæði eiga børn frammanundan er oftast ein avbjóðing, og tað bvar tað eisini hjá Dianu og Kristian.

- Sjálvt um ein kemur saman í búnum aldri, so eru kantar, sum skulu slípast, sigur Diana.

- Vit kunnu vera rúkandi óeinig, men fyri tað eru vit ikki óvinir, sigur Kristian. Tað er sera umráðandi at tosa og tosa saman um tingini.

 

Virkin saman og hvør sær
Tað hevur eisini alstóran týdning fyri parlagið at dyrka síni egnu áhugamál og mennast sum einstaklingar og duga at gleðast um úrslitini hjá hvørjum øðrum, sigur Diana. Tað er týdningarmikið at tosa saman og læra av hvørjum øðrum.

Dianu dámar at seyma og Kristiani dámar at fáast við bátin. Uppi á loftinum hevur Diana eina seymistovu, sum hon kallar ‘Á Horn design’, har hon seymar taskur og annað. Kristian hevur altíð okkurt prosjekt koyrandi og er nú í ferð við at byggja bátin um. 

Men tað er eisini neyðugt at gera ting saman fyri at skapa trivnað og gleði í parlagnum. Eitt nú hava tey eisini seyð, sum teimum dámar væl at fáast við saman, og tað er ikki so lítið arbeiði, ið skal til í sambandi við seyðahald.

- Vit hava altíð trivist væl í selskapi við hvørjum øðrum og okkum tørvar ikki altíð at vera saman við øðrum, sigur Diana.

- Ja, inntil eg blívi troyttur av tær og fari oman í neystið at smíðja, svarar Kristian skemtandi.

 

Parlagið má røktast
Tað er umráðandi fyri parlagið at gera seg lekkran fyri hvørjum øðrum og gera eitthvørt saman, eisini í gerandisdegnum. Fyri at ikki alt skal fara upp í arbeiði gjøgnum vikuna, hava Diana og Kristian trý tey seinastu árini gingið til dans saman.

Fríggjakvøld er nakað serligt, tí tá er vikan liðug og Diana og Kristian brúka kvøldið upp á at hugna sær. Tey eta eina góða máltíð við einum glasi av víni afturvið, og so seta tey seg at lurta eftir tónleiki og tosa um vikuna, sum fór. Heldur enn at seta seg at hyggja í sjónvarp, brúka tey tíð uppá at tosa saman um tað, sum tað ikki vóru stundir til í gerandisdegnum. Onkuntíð fara tey í hitapottin og tað gevur nakað serligt at liggja í heita pottinum eitt kalt og stjørnklárt kvøld. Tað er slíkt sum hetta, sum er við til at halda kærleikanum og nærleikanum við líka.

 

Kyss ein eingil hvønn morgun
Hvønn morgun mussar Kristian Dianu góðan morgun, og hvønn dag, tá hann kemur heim úr arbeiði, fær hon ein muss.

– At siga góðan dag og farvæl við at mussa hvørt annað, tað hevur Kristian lært meg, sigur Diana.

Lívið er so stokkut, og vit hava bara dagin í dag, tí hevur tað týdning, at mussa hvønn annan farvæl, tí ein veit ongantíð, nær tað er seinastu ferð, siga tey. 

Diana og Kristian gera nakað tilvitað fyri at styrkja parlagið. Tey rósa hvørjum øðrum og tosa nógv saman. Tey ganga høgt upp í at skapa hugna og at hugna sær saman. Tey elska at ferðast, bæði í Føroyum og uttanlands. Fyri at Kristian skal kunna hava feriu, er neyðugt hjá teimum at fara uttanlands. Hann hevur eina fyritøku, sum ger, at er hann heima, so fær hann ikki frið.

- Tað hevur stóran týdning at ferðast saman fyri at kobla úr og slappa av, sigur Kristian. Tá eg ferðist, havi eg ikki telefonina tendraða. Um tey vilja mær okkurt umráðandi, so kunnu tey senda mær SMS boð, sigur hann.  

Diana og Kristian hava ferðast nógv uttanlands, men tey ferðast eisini í egnum landi. Tey hava hava bát og kampingvogn, sum tey ferðast í Føroyum við, bæði saman við vinum og saman við børnum og barnabørnum.

 

Kristian fór á knæ
Diana argaði onkuntíð Kristian við, at um hann vildi giftast við henni, so mátti hann niður á knæ. Kristian plagdi skemtandi at svara, at tað vóru ongar knæpútur at fáa. Tá Kristian so ein dagin, heilt óvæntað, legði seg á knæ inni á stovugólvinum heima hjá teimum í Streymnesi, mundi Diana ikki trúð, at tað var álvara. Men álvara var tað, og tað var eisini ein avgerð fyri lívið fyri bæði tvey.

Tá ein kemur saman eftir at bæði hava fingið børn hvør sær, er tað umráðandi at hava øll viðurskifti greið. Tí gjørdu Diana og Kristian av, áðrenn tey giftust, at skriva testamenti. Brúdleypsdagin høvdu tey leigað ein limousine, sum tey og teirra tilsamans fimm synir koyrdu avstað í eftir vígsluna. Og har fortaldu tey teimum øllum, hvussu tey høvdu gjørt viðvíkjandi arvi. Tey halda, tað hevur stóran týdning, at allir fingu tað at vita í senn, og at allir vita, at tað er nakað, sum tey bæði í felag eru samd um. Tað verjir bæði tey og drongirnar ímóti óhepnum støðum og tryggjar teir, tá tey einaferð ikki eru her meira.

Diana og Kristian hava nú verið saman í 15 ár og enn lýsir av teimum báðum, at tey elska hvørt annað. Vit eru heppin, siga tey bæði, og hyggja smílandi hvørt upp á annað