At njóta – alt lívið


Kanningar vísa, at møguleikarnir fyri at njóta hvørva ikki sum tú eldist, men kunnu harafturímóti gerast fjølbroyttari.

Tað kann vera, at tað var einfaldari at njóta, tá tú vart yngri. Kropslig njóting var kanska ein so náttúrligur táttur av lívi tínum, at tú hugsaði ikki so nógv um tað og tók tað fyri givið – tað var bara har, lætt og einfalt. Sum árini ganga, kann kropslig njóting tó gerast meir trupul. Við aldrinum skal kanska meira til, um tú skalt kunna njóta. Tú mást sova væl, eta væl, og tú mást kanska leita tær vitan um, hvussu tú loysir ymiskar trupulleikar, sum kunnu standast av sjúku og heilivági.

Kanska verður tað so, at tú við aldrinum ikki tekur kropsliga njóting fyri givið, og kanska nýtur tú tess inniligari nú, enn tá tú vart yngri. Kanska minnir tú teg sjálva á, at njóting er meir enn kropslig njóting. Vit hava helst øll tørv á av og og verða mint á, at ein partur av lívinum er broytingar, og at lívsgóðskan kanska er treytað av, hvussu vit megna at tillaga okkum hesar broytingarnar.

At njóta er ikki alt og njóting er so mangt.

At njóta kann til dømis vera:

  • At taka sær av øðrum
  • At taka sær væl av sær sjálvum
  • At taka sær av einum urtagarði
  • At vera kreativur
  • At hava tøtt sambond við onnur
  • At hava kropsligt samband við ein annan

Í hesi útgávu av Fyndini seta vit sjóneykuna á romantikk, parlag og kynslív hjá teimum, sum eru farin upp um 60 ár. Vit tosa millum annað við Halleluja Sofus, sum fortelur okkum, hvussu hann møtti konu síni Doris á sinni, hvussu hann heldur seg ungdómligan, og um hvussu hann heldur lív í romantikkinum saman við Doris. Eisini hava vit tosað við Dianu á Horn og Kristian Olsen, sum hittust í búnum aldri. Tey greiða frá, hvat tey gera fyri at varðveita góða parlagið og forelskilsi, eisini fortelja tey um, hvussu tað er at koma saman, tá bæði eiga børn frammanundan.

Vit eru so heppin at hava fimm serfrøðingar við á hesum sinni. Tær greiða frá, hvussu kynslívið kann broytast við árunum og tær avbjóðingar, sum kunnu koma, og hvørjar loysnir eru. Lat meg siga tað beinanvegin, tær tora at siga tað sum tað er, og tær fara í smálutir. Okkara vón er, at tú, kæri lesari, fært okkurt gott og brúkiligt burturúr hesum lesnaði, tí vit halda, at lívið skal livast til fulnar – eisini tá árini eru mong.

Umframt hetta eru sum vanligt uppskriftir úr gomlum føroyskum uppskriftarbókum við í blaðnum. Borgarstjórin hesaferð er Dennis Holm úr Vági, og hesaferð hava vit givið Jóannes Eidesgaard orðið. Eisini fært tú góð ráð frá advokatum um viðkomandi viðurskifti hjá teimum, sum eru farin upp um 60 ár.