Leiðarin: Góði lesari


Tú hevur ognað tær 6. útgávuna av Fyndini. Hetta er eisini 1. blaðið, sum vit geva út í 2020. Í teimum fyrstu 5 útgávunum hava vit lagt okkum eftir at viðgera eitt evni gjøgnum alt blaðið, men framyvir vera søgur um nógv ymisk evni í blaðnum. Endamálið við Fyndini er at seta sjóneykuna á eldra ættarliðið og aldurdóm í Føroyum. Vit ynskja at lýsa so stóran part av hesum sum gjørligt, bæði tað góða og tað minni góða. Síðani 1. útgávuna havi eg lært, at aldurdómurin er líka ymiskur sum ungdómurin. Til dømis kann ein blíva akkurát líka forelskaður sum gamal, sum ein kundi, tá ein var tannáringur. Um tú blaðar upp á síðu 24 kanst tú nevniliga lesa romantisku søguna um Mariu í Ullvøruhúsinum, sum lítur aftur um bak og fortelur okkum, hvussu forelskaður ein kann blíva, hóast ein ikki er heilt ungur longur.

Tannáringatíðin verður ofta søgd at vera ein broytingartíð, har kroppurin broytist, og ein kann gerast ørkymlaður og flovur. Tað sama kann sigast um árini, tá ein er vorðin gamal. Kroppurin broytist – tíverri ofta til tað verra. At noyðast at brúka eitt hjálpartól kann virka flovisligt og kann eisini gera, at ein fær særandi viðmerkingar. Hetta fortelur Marita Matras okkum um á síðu 6. Hon minnir okkum á, at vit skulu tora, ikki vera flov og liva lívið til fulnar, ímeðan vit hava tað.

Ein dagin segði onkur “Tað syrgiligasta í verðini er at síggja foreldur síni eldast”. Á síðu 14 hugleiðir Eyð Matras um júst hetta. Eyð er dóttir Maritu og hevur alt sítt lív havt nógvar tankar um mammu sína og um tað at missa.

Sum vit plaga, hava vit vitjað eitt av mongu eldraheimunum í Føroyum. Hesaferð var tað Lágargarður, sum opnaði dyrnar fyri okkum á Fyndini, og vit eru takksom fyri at fáa innlit í gerandisdagin hjá teimum.

Ommusa uppskriftir eru eisini við, og hesaferð eru hvítar smákøkur og Fru Idas lagkage á skránni.

Umframt hetta gevur Poula Patursson, kostráðgevi, góð ráð í sambandi við vantandi matarlysti, og hesaferð hevur Jógvan við Keldu fingið orðið.

 

Takk fyri, at tú ognaði tær sættu útgávuna
av Fyndini og góðan lesihug!

Hansa Hansen

Samskipari