Fann kærleikan aftur sum tilkomin kvinna


- Hóast mótgongd og niðurtúrar, hevur lagnan altíð ført meg víðari í lívinum. Í dag kann eg siga, at eg havi havt eitt gott lív. Og eg havi framvegis eitt gott og sera virkið lív - saman við manni mínum, Páll, sigur Maria í Ullvøruhúsinum.

Tað var fátæksligt at vaksa upp hjá henni og bróðrinum Jens mitt í Havnini. Og onkur bakkøst vóru eisini. Pápin fekk depressjón, tá tey vóru smábørn, og tá var ikki tosað um slíkt. Fáur mundi vita, hvat ein depressjón var tá á døgum.

Sjúkan hjá pápanum, og at hann var nógv burtur orsakað av sjúkuni, ávirkaði hesa smágentuna.

Men Maria kom væl fyri seg, giftist og fekk børn. Saman við manninum flutti hon til Kanada og búði ymsastaðni í Kanada í fleiri ár. Men lagnan varð aftur kørg. Hon og maðurin megnaðu ikki lívið saman, og tey vórðu fráskild.

Seinni gjørdist hon væl við ein annan mann, men tá tey høvdu kenst í tvey ár, doyði hann brádliga. Tá helt Maria í Ullvøruhúsinum, at hon fór ongantíð aftur at finna kærleikan. Men har tók hon feil.

Les alla samrøðuna í nýggjastu Fyndini - keyp blaðið her.