Anna Frank

Tann 12. juni í ár eru tað liðin 91 ár síðan Anna Frank bleiv borin í heim í Frankfurt am Main í Týsklandi. Hon fekk ikki eitt langt lív men vit kenna hana øll sum høvundin handan kanska kendastu dagbók nakrantíð. Her er søgan um Onnu Frank.

Pápi hennara æt Otto og mamman æt Edith. Anna átti eina eldri systir sum æt Margot.

Pápi Onnu var handilsmaður og hevði verið offiserur í týska herinum í fyrra verðaldarbardaga. Familjan Frank hevði búð  í Frankfurt í nógv hundrað ár.

Tá Anna varð fødd vóru tað sera truplar tíðir í landinum. Tað vóru milliónir av fólki í Týsklandi, sum ikki høvdu nakað arbeiði. Sum tíðirnar versnaðu og fólk høvdu ilt við at fáa mat í munnin, fóru tey at lurta meira eftir teim hatafullu talunum hjá Adolfi Hitler, sum var leiðari av flokkinum, sum kallaðust Nazistarnir. Hitler segði, at orsøkin til, at tað var so illa statt í Týsklandi, var at finna millum ymisk sakleys fólk og serliga vóru tað jødarnir, sum búðu í Týsklandi. Serliga teir vóru orsøkin til alla neyðina og vesaldómin.

Eftir valið í 1933 gjørdist Adolf Hitler kanslari í Týsklandi. Nú mistu allir jødar teirra arbeiði, handlar teirra vóru álopnir og brendir og bøkur, sum vóru skrivaðar av jødum, vóru tveittar á bálið.

Les meira í nýggjastu Fyndini!