News1 RSS



Leiðarin: Góði lesari

Tú hevur ognað tær 6. útgávuna av Fyndini. Hetta er eisini 1. blaðið, sum vit geva út í 2020. Í teimum fyrstu 5 útgávunum hava vit lagt okkum eftir at viðgera eitt evni gjøgnum alt blaðið, men framyvir vera søgur um nógv ymisk evni í blaðnum. Endamálið við Fyndini er at seta sjóneykuna á eldra ættarliðið og aldurdóm í Føroyum. Vit ynskja at lýsa so stóran part av hesum sum gjørligt, bæði tað góða og tað minni góða. Síðani 1. útgávuna havi eg lært, at aldurdómurin er líka ymiskur sum ungdómurin. Til dømis kann ein blíva akkurát líka forelskaður sum gamal, sum ein kundi, tá ein var tannáringur. Um tú blaðar upp á síðu 24 kanst tú nevniliga lesa romantisku...

Halt áfram við at lesa



Fann kærleikan aftur sum tilkomin kvinna

- Hóast mótgongd og niðurtúrar, hevur lagnan altíð ført meg víðari í lívinum. Í dag kann eg siga, at eg havi havt eitt gott lív. Og eg havi framvegis eitt gott og sera virkið lív - saman við manni mínum, Páll, sigur Maria í Ullvøruhúsinum. Tað var fátæksligt at vaksa upp hjá henni og bróðrinum Jens mitt í Havnini. Og onkur bakkøst vóru eisini. Pápin fekk depressjón, tá tey vóru smábørn, og tá var ikki tosað um slíkt. Fáur mundi vita, hvat ein depressjón var tá á døgum. Sjúkan hjá pápanum, og at hann var nógv burtur orsakað av sjúkuni, ávirkaði hesa smágentuna. Men Maria kom væl fyri seg, giftist og fekk børn. Saman við manninum flutti hon til Kanada...

Halt áfram við at lesa



Tá matarlistinum bilar

Ráð frá kostfrøðinginum: Matur hevur stóran týdning fyri okkum menniskju. Vanliga gleða vit okkum til at fáa eina góða máltíð. Matur er grundarlagið undir gerandisdegnum og partur av okkara mentan. Men í ávísum støðum gjøgnum lívið, so bilar matarlysturin. Tað kann vera, tá mann kemur upp í árini, ella tá sjúka rakar. Les meira í blaðnum. Keyp blaðið her.  

Halt áfram við at lesa