Rollatorurin hevur verið mær eitt satt vælsignilsi


- Nú eri eg tó vorðin so illa gongd, at eg umhugsi at skifta rollatorin út við ein elskutara, sum fleiri eldri menn við skerdum førleikum her norðuri drøna runt við, sigur lívsglaða 79 ára gamla Marita Matras í Klaksvík. Hon elskar at vera millum fólk, tí ”tað er við til at víðka um sjónarringin”, sum hon brosandi tekur til.

Tú skal ikki hava verið leingi saman við fryntligu og dámligu Maritu Matras, fyrr enn tað kennist sum um, tit altíð hava kenst.

Hóast heilsan er versnað seinastu 15 árini, hevur hon kortini megnað at varðveitt lætta og jaliga lyndið, ið hevur eyðkent hana alt lívið.

Hon er eisini bæði blíð og týð, ja, veit nærum ikki hvørjum beini hon skal standa á, tá vit hittast fyrstu ferð í hugnaliga heimi hennara í Fosságøtu 7 í Klaksvík ein gráan, vátan og ilsligan hósdag í januar.

Eg eri eftir áheitan frá Fyndini farin á gátt hjá henni at fáa hana at greiða frá, hvønn týdning hjálpartól hava havt fyri lívsgóðsku hennara í gerandisdegnum.

Les alla samrøðuna í nýggjastu Fyndini - keyp blaðið her.