Nær á lívsins sólaringi er lívið best - er tað ikki, tá tú ert nøgdur


Í blaðnum hesaferð hevur Jógvan við Keldu orðið. Hann skrivar millum annað:

Minnist umleið 10-ára gamal, at Jógvan Gerðalíð og pápi mín, báðir seinast 30’unum, tosaðu um ein mann seinast í 60’unum, sum teir hildu vera sera arbeiðssaman. Jógvan heldur fyri: “Eg skilji ikki, at hann blívur við at arbeiða so gamal”. Tá svarar pápi mín við einum smíli: “Arbeiðssom fólk arbeiða ongantíð meiri, enn tá annað beinið er komið í grøvina”. – Eg var hugtikin. – Jógvan sleit í tí, líka til hann var seinast í 80’unum. – So er spurningurin, nær ein er gamal.

Nær á lívsins sólarringi er lívið best? Er tað ikki, tá tú ert nøgdur, heilsan er har, og nóg mikið er at tríva í? Tá tú kanst taka eina hond í, møguleikar eru til dagliga túrin, tú kennir á tær sum gamal, at tey ungu eru blíð við teg, og børnini kunnu geva tær sína meining um rangt og rætt? Vituligt er, at dømievnini fána ofta, samstundis sum rørslan kvinkar niður, og tú hugsar ikki eins skjótt, sum tá tú vart í 40’num.  – Hetta er veruleiki! Øll frammanundan tær, sum livdu leingi, upplivdu hetta.

Les meira í nýggjastu Fyndini - keyp blaðið her!