News RSS



Nær á lívsins sólaringi er lívið best - er tað ikki, tá tú ert nøgdur

Í blaðnum hesaferð hevur Jógvan við Keldu orðið. Hann skrivar millum annað: Minnist umleið 10-ára gamal, at Jógvan Gerðalíð og pápi mín, báðir seinast 30’unum, tosaðu um ein mann seinast í 60’unum, sum teir hildu vera sera arbeiðssaman. Jógvan heldur fyri: “Eg skilji ikki, at hann blívur við at arbeiða so gamal”. Tá svarar pápi mín við einum smíli: “Arbeiðssom fólk arbeiða ongantíð meiri, enn tá annað beinið er komið í grøvina”. – Eg var hugtikin. – Jógvan sleit í tí, líka til hann var seinast í 80’unum. – So er spurningurin, nær ein er gamal. Nær á lívsins sólarringi er lívið best? Er tað ikki, tá tú ert nøgdur, heilsan er har, og nóg mikið er at tríva í?...

Halt áfram við at lesa



Rollatorurin hevur verið mær eitt satt vælsignilsi

- Nú eri eg tó vorðin so illa gongd, at eg umhugsi at skifta rollatorin út við ein elskutara, sum fleiri eldri menn við skerdum førleikum her norðuri drøna runt við, sigur lívsglaða 79 ára gamla Marita Matras í Klaksvík. Hon elskar at vera millum fólk, tí ”tað er við til at víðka um sjónarringin”, sum hon brosandi tekur til. Tú skal ikki hava verið leingi saman við fryntligu og dámligu Maritu Matras, fyrr enn tað kennist sum um, tit altíð hava kenst. Hóast heilsan er versnað seinastu 15 árini, hevur hon kortini megnað at varðveitt lætta og jaliga lyndið, ið hevur eyðkent hana alt lívið. Hon er eisini bæði blíð og týð, ja, veit nærum ikki hvørjum beini hon...

Halt áfram við at lesa



Á vitjan á Lágargarði

Røktar- og umlættingarheimið Lágargarður er eitt eldraheim í Stoffalág í Havn. Heimið lat upp í september í 1987. Albert Isfeldt og Gudmund Hansen hava teknað húsið, sum er innrættað í einari hædd við trimum búeindum til 16 fólk í hvørjari eind. Hesaferð hevur Fyndin vitjað á Lágargarði og prátað við deildarleiðararnar, húsfólkið og køksfólkið. Les um vitjanina í nýggjastu Fyndini - keyp blaðið her.

Halt áfram við at lesa