fbpx
51300708_300076047316441_5070210516425637888_o

Við ynskjum um eini gleðilig jól

Nú eru jólini í hondum, og tú situr við fyrstu jólaútgávuni av Fyndini í hondini. 

Í hesi útgávuni seta vit sjóneykuna á tað hugnaliga, men eisini á tað neyðuga. 

Á jólum er neyðugt, at vit taka okkum væl av okkum sjálvum, og teimum rundan um okkum, og tað duga Dánjal J. Petersen og Jóhanna á Tjaldrafløtti at minna okkum á. Dánjal gevur íblástur til, hvat ein kann gera um jólini, so at tey, sum hava tað ringast, ikki sita einsamøll. Jóhanna vísir okkum hvussu vit kunnu gera okkurt leskiligt afturvið jólaligu drekkamunnunum, uttan at nýta ov nógv sukur og feitt. 

Saman við Jóan Paula Joensen, fólkalívsfrøðingi, lýta vit aftur um bak, og minnast jólasiðvenjur frá eini farnari tíð. Saman við Alex Sólstein minnast vit jólaliga blaðið Hugnaløtan, sum kom út frá 1959 til 1984.

Aftur hesa ferð hava vit verið á vitjan á einum av okkara mongu eldraheimum. Vit hava verið ein túr í Skopun á eldrasambýlinum Skerið, og hitt húsfólkið og starvsfólkið har.

Vit í Fyndini vilja takka tær fyri, at tú ognaði tær hesa útgávu, og ynskja tær eini góð og friðsæl jól.

Góðan lesihug!

Hansa Hansen
Samskipari

Aðrar greinar

Deil hesa søguna

Share on facebook
Share on print
Share on email
Close Menu