fbpx
hansa

At finna tíð til at vera saman

Boð frá babba á Messenger á Facebook: “Kaffi er í kannuni, og eg havi bakað rugbreyð. Tey síggja góð út. Kemur tú ikki norður at fáa tær?”

Tankin um at sita við køksborðið saman við babba og fáa kaffi og nýbakað breyð er freistandi. So freistandi, at eg havi mestan hug at siga ja takk. Men eg má svara, sum er: “Sum tað ljóðar lekkurt, men eg kann ikki”

Eg kann ikki, tí at eg eri upptikin allan dagin. Skal eg steðga á og koyra norður til babba, so má okkurt av tí, sum longu er sett á dagsins skrá, takast av aftur, og tað er ikki bara sum at siga tað.

Jú, lívið er stuttligt, sjálvt um eg havi nógv um at vera, og eg trívist, men onkra stilla løtu fara tankarnir í gongd. Tá hugsi eg, um tað ikki hevði verið betri, um eg hevði havt tíð at fara á gátt hjá familju og vinum til ein kaffimunn hvønn dag. Tá eg hugsi nærri um tað, so er tað als ikki gerandiskostur, at nakar kemur inn til mín til ein kaffimunn bara soleiðis. Tá eg havi gestir, er tað aloftast nakað, sum er sett á skránna fleiri dagar frammanundan. 

Soleiðis er lívið í dag, og sum sagt, so trívist eg. Men eftir at hava lisið greinarnar, sum eru skrivaðar til hesa útgávuna av Fyndini, eri eg vorðin varug við, at sosiala samveran við familju og vinir átti at verið raðfest hægri. Í grundini er tað soleiðis, at tað er neyðugt, at hon verður raðfest hægri, kanska enntá lívsneyðugt. Tað kann nevniliga loysa seg at hava tøtt familju- og vinabond og at vera saman við teimum nærmastu dagliga. Júst hetta kanst tú lesa meir um í greinini eftir Rólant Dam, sum hesu ferð skrivar um týdningin av familju- og vinabondum. 

At røkja tøttu sosialu bondini, kann eisini vera ein íløga í aldurdómin, so at eg ikki endi einsamøll og fái húðhungur. Um tú ikki veitst, hvat húðhungur er, so er at blaða fram á síðu 34, tí har skrivar Kirstin Ellingsgaard,  ergoterapeutur, um hetta forvitnisliga hugtakið.

Tað er ikki bara húð okkara, sum kann hungra eftir nærveru, tí sinnið hevur eisini tørv á samveru. Vit menniskju hava tørv á sosialari samveru. Suni Joensen, sálarfrøðingur, greiðir í síni grein frá, hvussu einsemi kann ávirka okkara heilsu, bæði tá tað kemur til kropsliga og sálarliga heilsu.

Tíbetur eru vit føroyingar eitt sosialt fólkaslag, og samanborið við fólk í øðrum londum, kunnu føroyingar sigast at vera nógv saman við familju og vinum. Í hesi útgávuni av Fyndini hava vit valt at hava nøkur dømi um júst hetta. Les um trý ættarlið, ið eru umboðað av Sjúrða, soni hansara, Benjamin, og abbasoninum, Hjalmari. Teir búgva allir í sama túni og hava ein felags gerandisdag. Les eisini um 89 ára gomlu Gudrun Joensen, sum hóast aldurin enn tekur lut í bygdarlívinum og leggur stóran dent á at røkja familju- og vinabondini.

Alt hetta og meir afturat kanst tú lesa um í hesi útgávuni av Fyndini. Vit takka fyri, at tú ognaði tær blaðið, og vóna, at tað kann geva tær íblástur til eitt enn sosialari lív saman við tínum kæru.

Góðan lesihug!

Hansa Hansen
Samskipari

Aðrar greinar

Deil hesa søguna

Share on facebook
Share on print
Share on email
Close Menu