fbpx
Hansa

Er eldra ættarliðið í Føroyum fyri mismuni

Í aðru útgávu av Fyndini verður sjóneykan sett á álvarsama evnið ”Er eldra ættarliðið í Føroyum fyri mismuni”.

Orðini javnrættur, mismunur, fordómar og rættvísi hoyrast ofta millum fólk, men verða hesi í nóg stóran mun tikin atlit til í sambandi við okkara eldru borgarar?

Ávirkar tað tey eldru at hoyra orðið eldrabyrða millum manna og í miðlum?
Hvat er aldurisma og kemur hetta fyri í Føroyum? Er tað rætt at tvinga tey 70 ára gomlu av arbeiðsmarknaðinum, og er aldur ein hóskandi mátistokkur í hesum sambandi?

Við einum skálkabrosi greiðir Óluva Tvørfoss frá um løgnu kensluna, tá hon noyddist at fara frá fyri aldur, hóast hon enn orkaði væl og ikki hevði lagt til merkis, at hon var vorðin gomul.

Álvarsamari er Óluva, tá hon sigur, at tað er samfelagið og ikki tey sjálv, sum seta tey eldru í bás sum gomul.

Rólant Dam greiðir frá um fordómar mótvegis teimum, sum eru vorðin gomul, sálarførðingurin Erling Fles gevur góð ráð um, hvussu vit sleppa undan tunglyndi, kostfrøðingurin Sølvá J. Joensen hugleiðir um at varðveita góðu heilsuna alt lívið, og Grækaris D. Magnussen greiðir frá gerandisdegnum hjá Sverra Láadal, sum enn er virkin bæði á landi og á sjógvi.

Hetta er nakað av tí, sum tit kunnu lesa um í blaðnum hesaferð.

Góðan lesihug

Hansa Hansen

Samskipari

Aðrar greinar

Deil hesa søguna

Share on facebook
Share on print
Share on email

Serligt byrjunarhald

Blaðið fæst á øllum bensinstøðunum kring landið. Umframt hetta, so kanst tú nú teknað eitt heilt serligt byrjunarhald. 

 

Serligt byrjunarhald

Fá nýggjastu útgávuna av Fyndini, umframt allar útgávurnar næsta ár (5x í alt)
kr300
kr 150 Vanl. prísur pr. blað 49,95 kr + 10 kr. í levering
  •  
Møguleiki A

2019 árshald

Fá allar 4 útgávurnar í koma út næsta ár
kr240
kr 120 Vanl. prísur pr. blað 49,95 kr + 10 kr. í levering
  •  
MØGULEIKI B

Tað einasta tú skal gera

1) Flyt gjaldi á kontonr. 9865 3097646 (Viðmerk navn)

2) Fyll frymilin høgrumegin út, og trýst á “send”​

2) Fyll frymilin út her

Tá vit hava skrásett gjaldingina, so ganga nakrir dagar, og tú hevur fyrstu útgávuna í postkassanum. Hini fýra bløðini  koma út hvør sín ársfjórðing næsta ár.

Close Menu