fbpx
Hansa

At koma heim

At merkja hjólini á flogfarinum seta seg á flogbreytina heima í Føroyum, at lata mína egnu úthurð upp, at kóka mær ein drekkamunn, at smyrja mær eina breyðflís við livradeiggi, at stara niðan á fjallið og at leggja meg undir dýnuna í míni egnu song.

Heima er alt akkurát soleiðis, sum eg vil hava tað. Heima er friðurin, heima er frensurin, heima eru grannarnir og heima er familjan. At koma heimaftur við viðførinum fullum av orku, íblástri, móti og øktari tilvitsku. Minnislutir frá feriuni, sum skulu nýtast til at ávirka áskoðanina á gerandisdagin og lívið og til at gleðast um tað kenda og heimliga.

At fara avstað

Heima kann stundum tykjast grátt og hugleyst. Eitt stað, har alt altíð er tað sama, og har onki nýtt og spennandi hendir. Tíðin er helst komin til at pakka taskuna og bíleggja ferðaseðil. Tað er ikki so umráðandi, hvagar leiðin gongur, tí ferðin sjálv er ferðamálið. Og endamálið? Tað er at koma heim aftur í øllum førum, um tú spyrt meg.

At gloyma eftir

Tað hendir seg, at okkurt liggur eftir og ikki kemur heimaftur. Einar sólbrillur og kanska ein tannbust. Tað eru hendilig óhapp. Tó pakki eg sumt niður, sum eg ætli mær at missa vekk, meðan eg ferðist. Eigi eg eitt sindur av trongskygni og ónøgdsemi og nakrar fordómar, so verða tey tikin við, so eg kann missa tey.

At ferðast er at liva

Men kann eg halda á við at ferðast alt lívið? Hvussu verður, um eg gerist sjúk og tarnað? Hvussu kann eg  ferðast, um eg ikki orki tað, sum eg plagdi? Og hvat nú um eg verði einsamøll? Kann eg ferðast víðari tá?

At ferðast alt lívið

Í hesu útgávuni av Fyndini seta vit sjóneykuna á tað at ferðast alt lívið. Tí kanst tú hesaferð lesa um Ingigerð á Trøðni, sum hevur mist og ferðast víðari. Um Sólorku, sum ístaðin fyri at senda fólk út í heim, tekur ímóti fólki úti í heimi. Um Henny, sum sókti um pensjón og um at renna marathon alt í senn, og um Katrina og Eilif Samuelsen, sum hava ferðast saman gjøgnum lívið, og hóast høgan aldur ferðast enn. Eisini fært tú góð ráð frá kostfrøðinginum Poulu Patursson um, hvussu tú varðveitir góðu heilsuna, tá tú ferðast.

Vit ynskja at koma við íblástri og góðum ráðum til tykkum, sum ferðast nógv og eisini til tykkum, sum kenna, at tað at ferðast er torførari, enn tað var, tá styrkin var mest.

Lívið er eisini annað enn at ferðast

Og tí er annað tilfar eisini við í hesum blaðnum. Vit hoyra millum annað frá fólkalívsfrøðinginum Jóan Paula Joensen um tað at koma við sínum íkasti til samfelagið eisini aftan á pensjónsaldur. Vit hava vitjað á Røktarheiminum á Sýnini í Miðvági. Eisini hava vit leskiligar uppskriftir við, og vit hava verið á urtagarðsvitjan.

Aðrar greinar

Deil hesa søguna

Share on facebook
Share on print
Share on email
Close Menu