fbpx

At vakna við havinum

Hendan rákalda vetrarmorgunin í desember standi eg væl inn­ballað i vertrarklæðum ovarlaga á lítlu kaiini við Borðoyavík og síggi Lisbeth koma gangandi ímóti mær við einum ljósaviolettum baðihandklæði um seg. Á fótunum hevur hon bláar Crocs. Hon smílist sum altíð og sigur góðan morgun.

Kristian Fríðrik er sjafførur henda morgunin, sum so mangar aðrar. Hann situr í bilinum við einum kaffimunni, eisini hann smílist og heilsar við at lyfta heita koppin. Tey anga av gleði og nøgdsemi.

Lisbet bjóðar mær at svimja við, men eg takki nei. Tað er alt ov kalt, sigi eg, tá peikar hon á bundnu húgvuna og smílandi sigur ”tað er tí, eg eri í húgvu”. Síðan fer hon gangandi oman ímóti sjóvar­málanum, og leggur handklæðið frá sær og so útí. Húgvan verður verandi á høvdinum.

Les alla greinina í nýggjastu útgávuni av Fyndini.

Aðrar greinar

Deil hesa søguna

Share on facebook
Share on print
Share on email
Close Menu