fbpx
IMG_0010-min-nzr26kl3k92vqm2j73l4jjimpqqc99z2qhp0ztv80o

Vit ynskja at seta sjóneykuna á aldurdómin

Bæði hjá kvinnum og monnum er lívsævin longd munandi tey síðstu nógvu árini, men hvat vil tað siga at eldast í Føroyum?
Hetta er tað, vit við hesum blaði ynskja at seta sjóneykuna á.

Vit eru forvitin eftir at vita meira um tilveruna hjá teimum, sum eru eldri og hetta kann sigast at vera høðvusorsøkin til at vit hava gjørt av at geva hetta blaðið út.

Í hesum blaðnum ynskja vit at lýsa aldurdómin so víðfevnt sum gjørligt. Vit eru tilvitað um at lagnurnar kunnu vera sera ymiskar og hetta kemur helst serliga til sjóndar hjá teimum, sum eru komin upp í aldurin. Tað eru tey sum fáa sjúku at dragast við og onnur, sum ikki kunnu búgva heima longur og tí búgva á eldraheimi. Onnur eru, við aldrinum, blivin aktivari enn tey áður hava verið. Tey ferðast til fjarskotin lond, tey útbúgva seg, tey arbeiða hóast høgan aldur, tey renna maraton og fáast við allskyns frítíðarítriv.

Tað eru hesar søgurnar vit fara at samla í hesum eldrablaðnum, bæði tær góðu og lívgandi søgurnar og tær sum minna okkum á lívsins skuggasíður. Tí allar hesar eru tær, ið tilsamans vísa okkum hvat tað vil siga at gerast eldri í Føroyum.

Við hesum blaði vóna vit at geva íblástur til tykkum sum lesa.
Íblástur til at liva lívið til fullnar, íblástur til hvussu vit sum samfelag kunnu gerast betri til at taka okkum av teimum, sum aftaná eitt langt lív ikki eru sjálvbjargin longur og íblástur til at fyrireika pensiónstilveruna væl so vit ikki enda í teirri støðu sum ein av kveikjandi pensionistunum vit hava tosa við sigur: at tímarnir gerast drúgvir, meðan tíðin sjálv bara styttist.

Góðan lesihug
Hansa Hansen

Aðrar greinar

Deil hesa søguna

Share on facebook
Share on print
Share on email
Close Menu